Vágs Javnaðarfelag - Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag

Vágs Javnaðarfelag hevur hildið aðalfund 10.11.2001. Nýggj nevnd varð vald, og hevur hon skipað seg soleiðis:

 


Formaður: Ebba Vágsheim

Næstformaður: Kaj Tausen

Skrivari: Eydis Kjærbo

Kassameistari: Lív Østerø

Nevndarlimur: Kirsten Strøm Bech

Eykalimir: Esther Suðuroy

Karin Strøm.


Vágs Javnaðarfelag hevur limir úr øllum bygdunum í syðru helvt av oynni, og í tí sambandinum kom uppskot um at broyta navnið Vágs Javnaðarfelag til Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Hetta varð einmælt samtykt.

Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag er sera takksamt fyri undirtøkuna til fólkatingsvalið. Limirnir gjørdu eitt sera gott arbeiði undan valinum og tað svaraði seg aftur í úrslitinum.

Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag fer við hesum at takka øllum teimum, sum stuðlaðu flokkin so dyggiliga til løgtingsvalið.