Vøgguvísa fyri øll

Strendur: Nýklakt foreldur, ommur og abbar hava nú fingið eitt nýtt tilboð í Bygdarhúsinum, nevnt Vøgguvísa.

Hvønn týsdag frá klokkan 13 er møguleiki at hitta onnur foreldur til eina hugnaløtu, saman við teimum 0 til 12 mánaðar gomlu børnunum, skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu.

Her verður sungið saman, spæld verða sangspøl, rím og ramsur verða sagdar og alt endar við einum góðum drekkamunni.