Útbyggingar
Vágur: Næsta ár verða vágbingar noyddir at gjalda meiri skatt, enn teir gjalda nú.
Tað er greitt eftir at Vágs Býráð einmælt hevur samtykt fíggjarætlanin a fyri komandi ár.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri, sigur, at tað er við ringum tannabiti, at kommunuskattaprosentið verður sett upp.
Men kommunan verður noydd til at fara undir ymsar útbyggingar, sum kosta rættiliga nógv og tí slepst ikki undan at hækka skattaprosentið.
Í ár betala vágbingar 21,75% í kommunuskatti, men næsta ár verður kommunuskatturin 22,5%. Kommunuskatturin hækkar sostatt 0,75%.
Hinvegin verður barnafrádrátturin óbroyttur, 2.500 krónur.
Orsøkin til, at skattaprosentið fer upp, er, at næsta ár noyðist kommunan undir eina havnaútbygging, sum kostar nógvan pening. Harafturat fer Býráðið at gera vøggustovu og barnagarð í Vági.
Tilsamans fer kommunan at byggja út fyri 8.750.000 milliónir komandi ár.
Av teimum verða átta milliónir brúktar til at byggja havnina út fyri.
Afturat tí koma 1,1 millión til vøggustovu, barnagrð og frítíðarskúlan.
Fer at løna seg aftur
Jógvan Krosslá sigur, at tað er neyðugt at byggja havnina út, so at hon verður djúpari.
?Vit vera noydd at ganga krøvunum frá vinnulívinum á møti um eina djúphavn, tí havnin er so grunn, at tað tarnar virkseminum rættiliga nógv og verður onki gjørt, er vandi fyri, at vinnulívið fer av fjørðinum og tað kann kommunan ikki lata henda.
? Og skulu vit byggja út, mugu vit sjálvi útvega peningin, tí fíggjarliga er kommunan er soleiðis fyri, at vit hava ikki loyvi at taka lán. Vit leggja eisini alstóran dent á at fáa skuldina niður so at vit fáa eitt størri, fíggjarligt frælsi. Samstundis er hetta er fyrsta veruliga útbyggingin, kommunan ger í nógv ár.
Men hinvegin ivast borgarstjórin heldur ikki í, at tað fer at løna seg í longdini hjá vágbingum at kýta seg.
? Hóast tað verður eitt tungt tak, koma vágbingar at síggja ítøkilig úrslit av skattahækkingini, tí útbyggingarnar verða ein veldugur fyrimunur fyri vinnulívið og tey einstøku húskini.
Annars hevur verið upp á tal, at landskassin skuldi vera uppi í havnaútbyggingini í Vági. Løgtingið hevur samtykt, at Smyril skal sigla á Vág og í tí sambandi samtykti Løgtingið at vera við í havnabyggingini í Vági, so at ein samferðsluhavn kundi byggjast samstundis sum vinnuhavnin.
Men síðani er kinkur komin í og nú veit ongin, um landið verður við.
Men Jógvan Krosslá ger púra greitt, at Vágs Býráð fer at byggja djúhavnina, sama um landið er við ella ikki. Men verður almenna samferðsluhavnin ikki gjørd í sama viðfangi, verður útbyggingin sjálvsagt minni, enn upprunaliga ætlað.
? Sjálvandi vóna vit, at Løgtingið stendur við tað, sum er samtykt. Men loypir tingið frá, gera vit tað sjálvi, ongin ivi um tað, sigur hann.
Ætlanin er at byggja havnina út tey bæði næstu árini í 2003 og í 2004.
34 milliónir inn
Annars væntar Vágs Býráð, at 34 milliónir fara at koma inn í kommunuskatti komandi ár og tað er nakað meir enn í ár. Í ár komu 32,8 milliónir inn í skatti.
Fíggjarætlanin javnvigar við 43,5 milliónir, men tá er roknað við einum undirskoti upp á 2,7 milliónir.
Samstundis sum vágbingar hækka skattin, leggja teir stóran dent á, at betala rentur og avdrátt fyri at fáa skuldina niður, tí har er ikki ætlanin at slaka.
Næsta ár fer Vágs Kommuna at betala 3,4 milliónir í rentum og 7,6 milliónir í avdráttum.
Jógvan Krosslá sigur, at hetta ber í sær, at um trý ár, í 2005, fer kommunan bara at skylda eina álíkning og tá fær hon eitt heilt annað, fíggjarligt frælsi, enn hon hevur havt.