Ein av teimum, ið hava verið við í verkætlanini er Arnleyg Haraldsen úr Sandavági. Hon er sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiði sum visitator, hevur fyribyrgjandi heimavitjanir og harumframt hevur hon verið ein av kommunalu demenssamskiparunum í Heimatænastuni í Vágum. Hon greiddi á fundinum, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri á Østrøm, frá um verkætlanina.
– Øll boðini eru komin frá demensklinikkini til mín ella Majbrith Reynskor, sum eisini er demenssamskipari. Síðan eru vit farnar á heimavitjan og hava havt nógvar samrøður við borgarar, sum eru raktir av demens, og avvarðandi teirra, segði Arnleyg Haraldsen.
Hon vísti á, at høvuðsuppgáva var at arbeiða uppsøkjandi og fyribyrgjandi. Og altíð at seta persónin í miðdepilin fyri átøkum.
– Ráðgeving og stuðul til persónar við demens og avvarðandi tíðliga í sjúkugongdini ger, at tey gerast betur før fyri at hava eitt gott lív hóast sjúku, segði Arnleyg Haraldsen.
Kamarshurðin stongd um náttina
Hon vísi á, at fleiri vóru komin langt í sjúkugongdini. Familjurnar vóru ørkymlaðar, tey føldu seg hjálparleysan og strongdan av støðuni. Tey vistu ikki, hvat tey skuldu gera, og høvdu ringt við at biðja um hjálp.
Hon vísti á, at nakrar av avbjóðingunum, sum tey avvarðandi standa í, eru millum annað, at tey taka yvir alt húsligt arbeiði, samstundis sum tey mugu røkta og draga umsorgan fyri tí sjúka og enntá fara til arbeiðis, onkur hevur verið noyddur at siga seg úr starvi, um náttina verður kamarshurðin stongt, tí avvarðandi er so útlúgvaði og bangin fyri at sovna og ikki hoyra, at tann sjúki fer út um náttina. Onkur hevur roynt seg við at binda beinini saman, so tey vóru ví í at vakna, segði Arnleyg Haraldsen.
Arbeitt tvørfakligt
Hon vísir á, at tey í Heimatænastuni í Vágum hava havt sera gott samstarv við landsdemenssamskiparan.
Eitt toymið hevur verið skipað tvørfakligt, har bæði demenssamskiparar í økinum, landsdemenssamskiparini, leiðslan, fólk í ymiskum fakbólkum í heimatænastuni og onnur hava verið við.
Fyri at nøkta tørvin hjá demensraktum og avvarðandi hava tey verið noydd at bjóða aðrar tænastur, sum ikki vóru í vanligu tænastuni, millum annað stuðul inn í heimið, gongutúrar, kvøld fyri avvarðandi, skipa fyri tiltøkum til demensrakt og upplýsandi faldarar.
Nakrir av borgarunum ganga í dagtilhaldið “Ivans hús”, og aðrir fáa vitjan av heimatænastuni.
Gevandi gongutúrar
Í onkrum føri varð stuðul settur inn fyri at vera nærverandi hjá borgaranum, so at tey avvarðandi fingu avlastan og yvirskot aftur.
Skipað varð eisini fyri vikuligum gongutúrum fyri fleiri demensrakt, har hugni eisini var aftaná.
– Borgararnir eru glaðir at møtast við øðrum demensraktum. Teir tosa nógv um, tað at gloyma og geva góð ráð til hvønn annan. Tað tykist, sum at demensrakt viðurkenna betri sjúkuna, tá ið teir møtast við øðrum demensraktum, segði Arnleyg Haraldsen.
Avvarðandi kvøld
Heimatænastan hevur eisini skipað fyri trimum kvøldum fyri avvarðandi. Millum annað varð undirvíst í “hvat hendir í heilanum, tá ið demens rakar” og “at vera avvarðandi”.
– Tey avvarðandi søgdu millum annað aftaná, at tey vóru glað, at hava fingið meira vitan um demens frá fakfólki.
Eitt av kvøldunum var fyri demensraktum, sum vóru tíðliga í sjúkugongdini, og nærmastu avvarðandi teirra. Nøkur demensrakt greiddu frá:
– Afturmeldingar hava verið sera góðar. Millum annað søgdu tey: Eg hevði ynskt, at fólk ikki spyrja tann sjúka so nógv, spyr ikki 20 ár aftur í tíð ella um dagin í morgin, ver heldur í løtuni, tak meg sum tann, eg eri nú, ikki taka uppgávur frá mær, sum eg enn megni, ofta haldi eg meg aftur at fara út, eg eri so bangin fyri at blíva spurdur um okkurt, sum eg ikki kann svara uppá, og bangin fyri at føla meg býttan, segði Arnleyg Haraldsen.
Demensvinarlig um borgarin og avvarðandi uppliva tað
Vit siga heima sum longst. Men fyri at vera heima sum longst, so mugu umstøðurnar heima vera liviligar bæði fyri borgarin og avvarðandi. Tí hesi bæði hanga óloysiligt saman.
Tí er neyðugt at hava liðiligar skipanir, sum kunnu ganga tørvinum á møti. Tørvurin er har men ikki altíð er tænastan ella hjálpin at heinta. Tað er ikki tørvurin, sum skal passa til tænastuna, men tænastan sum skal passa til tørvin.
Vit eru á veg, men eru slett ikki komin á mál.
– Eg vil sláa fast: Ein demensvinarlig kommuna er ikki tað, sum vit siga kommununa vera. Ein demensvinarlig kommuna er bert demensvinarlig, um borgarin og avvarðandi uppliva hana demensvinarliga, sigur Arnleyg Haraldsen.
---------------------------
Ítøkilig tilmæli
Demensklinikkin og Heimatænastan í Vágum hava gjørt eina frágreiðing um verkætlanina umframt faldarar. Tey hava eisini nøkur ítøkilig tilmæli.
Millum annað verður sagt, at umráðandi er at fáa stuðul frá politisku skipanini, at leiðslan innan eldraøkið gongur á odda, og at arbeitt verður tvørfakliga, har fakbólkar samstarva til frama fyri borgaran. Eisini verður sagt, at neyðugt er at hava gott samband við landsdemenssamskiparan.
Víst verður eisini á týdningin, at neyðugt er hjá starvsfólki at hava servitan innan demens, at skipa undirvísing innan demensøkið, og at fáa greiðar mannagongdir, tá ið ein persónur fær staðfest demens, so hann fær ein staðbundnan kontaktpersón beinan vegin, sum kann veita stuðul og ráðgeving.