Mánadagin 5. september leggur Vágakórið aftur til brots.
– Í heyst fara vit at syngja fram móti jólunum við nógvum kendum føroyskum jólasangum og enskum Christmas Carols bæði við og uttan orgul, sigur Sámal Matras Kristiansen, kórleiðari.
– Men alt verður ikki jólatilfar. Eisini verður pláss til tíðarhóskandi gospel-tónleik og dygdargóðan kórpopp við klaverfylgispæli, eins og vit eisini fara at syngja stemningsfullar føroyskar heystsangir av bæði eldri og nýggjari slagi.
Vágakórið bjóðar øllum núverandi, fyrrverandi og nýggjum sangarum hjartaliga vælkomnum til ein nýggjan og spennandi sangvetur.
Óroyndir sangarar eru sjálvsagt eisini vælkomnir, og kórleiðslan lovar at taka hond um ótryggleikan, sum fólk kunnu kenna á sær, tá tey ikki hava sungið í kóri áður, skrivar Vágakórið í tíðindabrævi.
Tey vóna, at nógvir royndir og óroyndir sangarar møta í skúlanum á Giljanesi, í gamlu aulani, mánakvøldið 5. september kl. 19.30.