Yvir 30 innbrot hava verið í Vágum í ár, og í gjárkvøldið hendi tað aftur. Vágafólk kenna seg ótryggan við støðuna. Nú hava tað verið umleið 30 innbrot í Vágunum higartil í ár. Í fjør vóru 9 tilsamans fyri alt árið.
Vágaportalurin skrivar, at fleiri vágafólk, sum portalurin hevur havt samband við, eru í øðini um nýggju bygnaðarbroytingarnar, og kenna seg als ikki trygg longur.
Ein maður setir, sambært vágaportalinum, fram ynski um, at Sørvágs kommuna og Vága kommuna seta upp vaktarhald í bygdunum, har antin limir í Vága Bjargingarfelag ella sløkkiliðunum patruljera bygdirnar hvørja nátt.
Frammanundan hevur talan serstakliga verið um kjøt og annan mat sum hevur verið stolin, men í nátt vóru fleiri túsund krónur stolnar úr ferðafólkabátinum Brynhild.
Um 3 tíðina í nátt hava sørvingar sæð ein ljósan bil úti á havnalagnum í Sørvági.
Løgreglan í Vágum heitir á fólk sum halda seg hava sæð bilin, um at seta seg í samband við løgregluna, tí kanska er samband millum henda bilin og innbrotið umborð á ferðafólkabátunum Brynhild, sum siglur til Mykinesar.