Seinastu fýra árini hava vit sitið í samgongu við Tjóðveldisflokkinum. Lat tað vera sagt, at nógv er komið av skafti, tíðirnar hava verið góðar, inntøkumøguleikarnir hava givið okkum rúm fyri íløgum, sum koma at hava stóran týdning fyri samfelag okkara, og vit eru komnir væl á leið við málinum vit settu okkum á sjálvbjargnisleið.
Umframt at rúm hevur verið fyri týdningarmiklum íløgum, er almenni raksturin øktur, tíverri helst uttan, at røttu persónarnir hava fingið fullan valuta fyri hesa hækking.
Vit skulu minnast til, at tað er aðalmunur á vinstravenda Tjóðveldisflokkinum ? serliga í yngra ættarliðinum - og borgarliga Fólkaflokkinum, sum ikki bert trýr uppá privata fyritakssemi, men metir, at neyðugt er, at avlopið bæði hjá fyritøkum og hjá tí einstaka, varð meiri sjónligt.
Fólkaflokkurin ? lágskattaflokkur
Meðan Fólkaflokkurin er ein lágskattaflokkur, hevur tað víst seg ? í øllum førum hesi fýra árini eg havi sitið í samgongu við Tjóðveldisflokkinum ? at teimum dáma ikki, at fyritøkur hava ov stórt avlop, og heldur ikki, at skatturin og óbeinleiðis gjøldini til tann einstaka skulu lækkast, so meiri verður eftir hjá honum at brúka fyri og uppá seg sjálvan.
Her er stórur munur á hugsunarháttinum hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, ja, so stórur, at onkur tingmaður er ræddur fyri, at "so fer fólkið at vinna ov nógvan pening".
Eg kenni ein færra av vónbroti, at vit eitt nú ikki hava fingið "serskatting av hjúnum, har bert annar hjúnarfelagin hevur inntøku", so, at meiri er eftir hjá báðum, og vit fáa eitt sunnari samfelag. ? Her hevur Tjóðveldisflokkurin drýggja málið soleiðis, at hetta helst ikki kemur ígjøgnum í hesi tingsetu. ? Hetta harmist eg yvir, og tí vera vit nú noyddir til at leggja harðari trýst á Tjóðveldisflokkin fyri at fáa teir at skilja støðuna, so at eitt úrslit spyrst burturúr áðrenn skeiðið endar.
Munurin á borgarliga Fólkaflokkinum og sosialistiska Tjóðveldisflokkinum kemur eisini týðiliga til skjals, at meðan Fólkaflokkurin gevur tí einstaka frælsi til at stýra sínum egna so vítt gjørligt, og at avlopið er so gott sum tilber, vil Tjóðveldisflokkurin tað øðugta nevnliga, at fyritøkur og fólkið hava so lítið eftir av peningi til brúk ella konsolidering, tí veikar fyritøkur og borgarin, ið ikki hevur tað serliga gott búskaparligt, eru lættari hjá tí almenna at stýra.
Túra fram við 4-ára skiftistíð
Lat meg eisini her skoyta uppí, at meðan Tjóðveldisflokkurin víðgirdi seg við "øllum ella ongum" á sjálvstýrisleið, og kom bæði samgonguni og Føroya fólki í eina torføra støðu, bragdaði ikki fyrr enn leiðsla Fólkafloksins við øllum tingfólki floksins einaferð með alla gjørdi støðuna upp.
Hagartil eru vit nú komin, hóast Tjóðveldisflokkurin túrar fram við 4-ára skiftistíð, sum Fólkaflokkurin ongantíð hevur góðtikið.
Henda greinin skal takast sum hon er, nevniliga, at eg hevði ikki roknað við í roynd og veru, at so stórur munur var á sosilistiska Tjóðveldisflokkinum sum kann gerast ein vandi fyri landið, og so Fólkaflokkinum, sum er borgarligur við álitisvekjandi sjálvstýrismáli.
Jú, munurin á sosialistiska Tjóðveldisflokkinum ? serliga yngra ættarliðinum ? borgarliga sjálvstýrisflokkinum er veruliga nógv størri, enn eg hevði roknað við áðrenn eg fór í samgongu við teir fyri fýra árum síðani.