VÍF tók ikki av

Kollfirðingar vunnu á VÍF í gjár. Tí eru tað fýra lið, sum komandi vikuskiftið fara at kappast um pláss í FM-finaluni

Vestmenningar vóru í gjár steðgaðir á málstrikuni. Eftir fýra sigrar upp í slag hevði VÍF møguleikan at vinna seg í FM-finaluna, men KÍF syrgdi fyri, at avgerðin ikki fall hetta vikuskiftið.
Kollfirðingar vunnu við 26-24 í Vestmanna. Tað fekk lív í aftur vónina hjá KÍF, StÍF og Kyndil at røkka finaluni.
Fyri steðgin var líkt til, at VÍF fór at vinna neyðugu stigini at sleppa í finaluna. Men í seinna hálvleiki vóru tað gestirnir úr Kollafirði, sum dugdu betur at halda høvdið kalt. Fleiri ferðir stóð á jøvnum, og tá 10 minuttir restaðu í, eydnaðist tað KÍF at leggja seg á odda.
Vestmenningar svaraðu aftur tvær ferðir, men tá KÍF skutu trý mál upp í slag, var leyst og liðugt. Tá kundu kollfirðingar fegnast um, at møguleikin fyri plássi í FM-finaluni framvegis er á lívi.
Komandi vikuskifti skal Neistin vitja í Vestmanna. Steypavinnararnir hava sum heild verið stórspælandi í hesum kappingarárinum, og geva bláu havnarmenninir seg fult út, er tað eingin í føroysku kappingini, sum stendur teimum kurl.
Tí er spurningurin, um VÍF, sum hevði besta møguleikan, nú hevur ringastu líkindini at vinna seg í finaluna. Tí Neistin ætlar sær helst ikki at tapa tveir dystir upp í slag áðrenn finalurnar.
Tað er í øllum førum lagt upp til eitt sera áhugavert hondbóltsvikuskifti.