VÍF steðgaði upp

VÍF rann aftaná vágskvinnum í fyrra hálvleiki, men kvinnurnar úr Vestmanna steðgaðu fullkomiliga upp eftir hvíldina, og so vann VB ein trivaligan stórsigur

17 mál vóru á muni, tá VB vann greitt á VÍF í Vági í gjár. Úrslitið var 33-16.
Eftir fyrra hálvleik var annars einki sum bendi á, at sigurin skuldi verða so greiður. Kvinnurnar úr Vestmanna runnu aftaná, men tað skrædn­aði ongantíð millum lið­ini. Fimm mál skiltu liðini í hálv­leiki, úrslitið var 16-11, men tá VB fekk heili 10 mál upp í slag, uttan at gestirnir svaraðu aftur, var leyst og liðugt. Serliga stóð málverjin hjá VB, Jurga, seg væl.

VB rennur aftaná
Vágskvinnur, sum kappast við Stjørn­una og Kyndil um finalu­pláss, hava staðið seg væl higartil í hes­um kapp­ingar­ár­inum, og tær eru nærm­­asti kappingarneyti hjá odda­liðnum Neistanum, sum støðan er nú.