Hondbóltur
Spenningurin í Sunset-deildini í ár hevur fyri tað nógva verið í botninum, har VÍF og VB hava dystast.
Sum úrslitini hava verið, so hevur eingin skala tey bæði oddaliðini, sum trygt stýra móti finaluni. Eins trygt hevur tað verið, at Neistin hevur bast hinum trimum liðunum, og at StÍF hevur bast teimum báðum niðastu.
Men tann raðfylgjan skalaðist í gjár. Eisini hóast tað ikki akkurát var tað, sum lá í luftini fyrstu løtuna.
Tá hótti Neistin nevnliga við at renna undan heimaliðnum, men undan steðginum kom VÍF kortini upp á javnt.
Og tær gulu hildu fast allan seinna hálvleik. Tað var fyri tað nógva Neistin, sum hevði munin, men tá seinastu fimm minuttirnir stóðu fyri framman, helt VÍF høvdið kaldari. Og við at vinna hesa løtuna 5-1, avgjørdu tær dystin. Og við hesum vunnu tær seg upp á fýra stig, meðan VB framvegis er niðast við tveimum stigum.
Talan var samstundis um fyrsta dystin hjá Birgiri Hansen við stýrisvølin hjá Neistakvinnum. Og í so máta var talan neyvan um nakra ynskisbyrjan hjá honum.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 28-25 (11-11)
10 min: 3-4
20 min: 6-9
40 min: 16-17
50 min: 21-22
Málskjúttar
VÍF: Liljan Djurhuus 6(2), Elisa Leo, Finngerð Jensen 4, Tóra Seloy 4, Heidi Joensen 4, Agnas Olsen 2, Katrin Christophersen 1, Linda Davidsen 1, Halla Midjord 1
Neistin: Birita Wardum 6, Lina Andriulyte 6, Anja Heinadóttir 4, Katrin á Neystabø 3, Rakul Augustinussen (1)3, Jacklin Durhuus 2, Unn Kragesteen 1
Brotskøst: VÍF 2, Neistin 2
Útvísingar: Neistin 2
Dómarar: Hanus Kúrberg & Birgir Sondum