VÍF og VÍF/Tjaldur fóru við øllum

Bæði hjá monnum og kvinnum fór liðið í gulum og bláum við øllum. Menninir hjá VÍF vunnu knúsandi 44-31 sigur, meðan VÍF/Tjaldur heldur fast í vónini um eitt FM finalu pláss við teprum 24-23 sigri.

Kyndil verður ikki í FM finaluni 2013. Verja teir líka illa, sum teir gjørdu í høllini á Hálsi mikukvøldið, so fáa teir einki stig afturat. Hóast VÍF vann ein knúsandi sigur, so skulu teir eisini til at fáa tamarhald á verjuspælinum, sum somuleiðis var út av lagi vánaligt.
VÍF hevði ongantíð trupulleikar av Kyndil, sum ikki sá út sum eitt lið, ið ætlar sær at í FM finaluna. Í seinna hálvleiki var tað bara ein spurningur um hvussu nógv vestmenningar fóru at vinna.
VÍF spældi sum eitt lið og tað sæst eisini á málskjúttinum. Sjey spælarar skutu millum sjey og fýra mál. At spæla sum ein eind hevur annars verið ein trupulleiki hjá VÍF. Umframt tað, so sótu Martin Ritti og Rasmus Junker uttanfyri. Sum skilst vegna onkra ítróttarliga ósemju.
Fyri Kyndil var Josef Abrahamsen toppskjútti við 11 málum. Annars hugaligt at síggja Høgna Klein aftur í grønu troyggjuni.

VÍF/Tjaldur bjóðar av

VÍF/Tjaldur skuldi vinna fyri at halda lív í kappingini um annað pláss, sum gevur atgongd til FM finaluna. Fyrstu tjúgu minuttirnar tóktist Kyndil hava tamarhald á dystinum, men tíggju minuttir fyri hálvleik tók VÍF/Tjaldur yvir og fór til hálvleiks við eini leiðslu upp á trý mál.
Í seinna hálvleiki tók tað Kyndli minni enn tveir minuttir at koma upp á javnt. Síðani fylgdust liðini næstan til seinasta bríksl.
VÍF/Tjaldur var á odda 24-23, tá Kyndil fór í seiansta álopið, men skotið fór uppum. Sostatt er VÍF/Tjaldur nú bara fýra stig aftanfyri Kyndil, sum hevur spælt ein dyst fleiri. Liðini møtast aftur um áleið ein mánað.

Fýra dystir um vikuskiftið

Leygardagin tekur H71 móti Team Klaksvík í Atlantic Airways deildini. Strandinga fáa vitjan av Neistanum sunnudagin. Bæði Neistin og Team Klaksvík bitu frá sær farna vikuskiftið, so møguliga er alt ikki so bein fram, sum tað kann tykjast um ein hyggur eftir stigatalvuni.
Hjá kvinnum fær StÍF eisini vitjan av Neistanum, meðan VÍF/Tjaldur fær vitjan av VB. Seinast VB var á vitjan hjá VÍF/Tjaldur var vikuna undan steypafinlauni og tá vann heimaliðið 28-16.

Atlantic Airways deildin:

Kyndil – VÍF: 31-44(14-20)
Kyndil: Josef Abrahamsen 11, Andrias Sólsker 6, Finnur Hansson 5, Høgni Klein Olsen 2, Birgir Poulsen 2, Rógvi Dal Christiansen 2, Ludvík Súnason 2, Høgni Klein 1
VÍF: Andrias Eriksen 7, Joen Pauli Høgnesen 6, Agnar Joensen 6, Filip Jojic 6, Sámal Joensen 4, Magnus Müller 4, Sámal Jákup Djurhuus 4, Regin Joensen 3, Jákup Suni Andreasen 1, Høgni W. Høgnesen 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen

Komandi dystir:
Leygardagin 23.feburar
H71 – Team Klaksvík (18.00)
Sunnudagin 24.feburar
StÍF – Neistin (16.00) Beinleiðis á Rás2

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 17 502 386 116 27
2 VÍF 17 493 429 64 21
3 H71 16 444 402 42 20
4 Kyndil 17 442 437 5 19
5 StÍF 17 418 397 21 17
6 Neistin 16 382 411 -29 12
7 Team Klaksvík 16 311 530 -219 0


Fremsta deild kvinnur:

Kyndil – VÍF/Tjaldur: 23-24(10-13)
Kyndil: Simona Iacob 5, Jórun Ludvig 5, Turið Arge 3, Bjarta Johansen 2, Anja Heinadóttir 2, Gurið Eystberg 2, Anna Sofía Mohr 1, Ásleyg Súnadóttir 1, Anna Brimnes 1, Annika Sigurdsdóttir 1
VÍF/Tjaldur: Adina Petrea 7, Tóra Seloy 6, Eilin Hansen 4, Liljan Djurhuus 3, Heidi Sevdal 3, Amanda Kristensen 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Tummas Juul Thomsen

Komandi dystir:
Sunnudagin 23. feb
StÍF – Neistin (14.30)
VÍF/Tjaldur – VB (14.30)d

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 13 413 305 108 26
2 Kyndil 14 316 307 9 16
3 VÍF/Tjaldur 13 315 335 -20 12
4 VB 14 333 361 -28 10
5 StÍF 13 325 364 -39 9
6 Stjørnan 13 300 330 -30 7