VÍF fekk stigini

Tað, sum umráddi hjá vestmenningum, var ikki at gera nakað býtt, men at vinna, og tað megnaði VÍF í gjár, tá Team Klaksvík var og vitjaði í Vestmanna

Heldur ikki í gjár eydnaðist teimum í Team Klaksvík at fáa eitt ella tvey stig, sum hevur verið málið í longri tíð, og nú er tíðin við at ganga undan. Men allíkavæl vóru klaksvíkingar ikki bara ónøgdir við dystin í Vestmanna:
– Tá hugsað verður um, hvat VÍF hevði at spæla fyri, so var tað ikki so galið, at vit bara taptu við fimm málum. Vit eru í so smalir, tí nógvir hava ikki gjørt nógv við hondbólt og eru púra feskir í hondbólti. Men stórt rós til teir sum eru, men við einum venjara og fáum spælarum aftrat, so hevði tað heilt vist blivið spennandi, heldur ein av spælarunum, Beinur Heðinsson, ið avgjørt ikki sá knústur út, hóast tapið.
Team Klaksvík hevði eisini sín heiður av dystinum, tí í næstan 20 minuttir fylgdu klaksvíkingarnir væl við vertunum og vóru enntá tvær ferðir á odda, áðrenn VÍF-venjarin, Henrik Gerster, hevði sæð nokk, tók time-out og fekk vent dystinum eftir fýra minuttum, tá VÍF skoraði seks mál í fýra minuttir, meðan Team Klaksvík mestsum ikki kláraði at svara aftur, og harvið var dysturin í veruleikanum avgjørdur.
– Tað sá kanska ikki so gott út, at vit taptu seinna hálvleik við tveimum málum og vunnu dystin við bara fimm, men kanska komandi dysturin ímóti hoyvíkingum spøkti í høvdinum, helt Agnar Joensen, ið segði tað vera mest umráðandi hjá teimum at vinna dystin og stigini, so teir kundu hava nakað at spæla um, tá H71 stendur á skránni leygardagin.
– Vit valdu at royna ymiskt, skifta nógv út og geva teimum ungu møguleikan, og tað var bara gott. Nú fara vit so eftir at vinna á hoyvíkingum, og vit ætla ikki, at tað skal ganga sum í fjør, tá alt tað sama stóð upp á spæl, men vit longu eftir 25 minuttum vóru aftanfyri við átta málum. Vit hava alla virðing fyri unga og óføra H71-liðnum, men fara eftir at vinna á teimum og sjálvir koma í finaluna.

VÍF-Team Klaksvík 39-34 (21-14)
VÍF: Filiph Jojic 7, Hanus Christophersen 5, Andrias Eriksen 5, Joen Pauli Høgnesen 5, Agnar Joensen 3, Regin Joensen 3, Magnus Müller 3, Rasmus Juncker 2, Sjúrður Nielsen 2, Sjúrður Poulsen 2, Sámal Jákup Djurhuus 1, Sámal Joensen 1
Team Klaksvík: Sámal Olsen á Tjaldrafløtti 10, Dánjal Kjærbo 9, Zarko Pejovic 8 (3), Beinur Heðinsson 5, Rógvi Olsen á Tjaldrafløtti 1, Vilhelm Vilhelmsen 1
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum