Lagt var upp til eitt satt brak í Vestmanna leygardagin, tá silvurvinnararnir úr VÍF tóku ímóti meistarunum úr Kyndli. Dysturin var eisini spennandi til tíðir, men hann bleiv ikki tað brakið, sum áskoðararnir í Vestmanna høvdu væntað. Til tess var spælið snøgt sagt ov rótut.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$VÍF var omaná
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Liðini manglaðu bæði týdningarmiklar leikarar til dystin. Hjá Kyndli var málverjin, Lars Blak, ikki við, tí hann var farin av landinum. Hinvegin var tað stórur styrkur, at ársins spælari frá í fjør, Høgni Klein, var komin heim til dystin.
VÍF manglaði eisini fleiri leikarar. Brøðurnir Ingi og Áki Olsen vóru ikki við vegna skaða. Somu lagnu hevði Agnar Joensen, sum hevur trupulleikar við økslini. Harafturat manglaðu tveir av ungu leikarunum, Rói og Sjúrður (eftirnavn manglar)eisini.
Dysturin var sera javnur í byrjanini, og liðini bæði fylgdust fyrstu løtuna. Men um miðjan fyrra hálvleik tók VÍF dik á seg. Við fýra málum á rað løgdu teir seg á odda 10-6. Tað sást á øllum brøgdum, at vestmenningar vóru sera uppsettir, og at teir gjørdu tað torført fyri Kyndil at koma fram til møguleikar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Týdningarmikið mál
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Kyndil kom tó væl við aftur í dystin, men tað var við góðari hjálp frá vestmenningum. Við góðum fimm minuttum eftir av hálvleikinum fingu vestmenningar tvær útvísingar, og henda møguleika gagnnýttu kyndlarnir til at koma uppá javnleik 12-12. Hetta vildu vestmenningarnir tó ikki hava sitandi á sær, og fram ímóti hálvleikssteðginum fingu teir aftur lagt seg á odda. Hesaferð var tað túrurin hjá Kyndil at fáa tvær býttar útvísingar, og vestmenningar tóku av góða møguleikanum og løgdu seg aftur á odda við tveimum málum.
Í síðsta sekundi av fyrra hálvleiki fingu vestmenningar fríkast, sum mátti skjótast beinleiðis móti málinum. Støðan var tá 15-14 til VÍF, og Sámal Joensen tók bóltin. Hann gjørdi ikki mætari enn at senda bóltin beint í málið, og so vóru aftur tvey mál á muni.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$VÍF økti støðugt um leiðsluna
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Um tað var málið hjá Sámal Joensen, sum á ein ella annan hátt hevði sett ordiliga gongd í VÍF, skal vera ósagt. Men tað tóktist, sum um VÍF-liðið var veruliga vaknað í seinna hálvleiki. Á sama hátt tóktist tað truplari hjá Kyndli at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá VÍF.
Henda gongdin sást eisini týðiliga á dystinum. VÍF spældi klókt, og sum dysturin leið øktu teir bert um leiðsluna.
Um miðjan seinna hálvleik var leiðslan økt uppí fýra mál, 24-20. Hesa løtuna vóru VÍF eisini illa raktir av útvísingum, og tá Kyndil ikki kláraði at straffa teir við manni meira, so var lítil ivi um, at VÍF fór at vinna dystin.
Við bert 3-4 minuttum eftir førdi VÍF 29-24, og tá var sigurin í roynd og veru komin í hús. Móti endanum slapp Kyndil at pynta eitt sindur um úrslitið, soleiðis at endaliga støðan gjørdist 31-29 til vestmenningar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Uppiborin sigur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Sigurin til vestmenningar var fult uppiborin. Bæði verjan og málverjarnir stóðu betur, og harafturat gjørdi VÍF nógv færri feilir. Kyndil gjørdi hinvegin nógvar feilir, og til tíðir tóktist tað ringt hjá teimum at spæla seg ígjøgnum sterku verjuna hjá VÍF.
Sjálvt um VÍF manglaði nógvar leikarar, so var týðiligt, at viljin hjá teimum sigraði á Kyndli leygardagin. Spælararnir vístu ótrúliga góðan vilja, og sjálvt um spælið ikki altíð var av tí vakrasta, so vóru teir stutt og greitt betri enn Kyndil leygardagin.
Málskjúttar VÍF:
Sámal Joensen 10, Áki G. Olsen 6, Rúni Joensen 5, Regin Joensen 4, Harald Bjørgvin 3, John Zachariassen 1, Jóan P. Høgnesen 1, Áki Müller 1
Útvísingar VÍF: 6
Málskjúttar Kyndil:
Rókur Akralíð 8, Hans Á. D. Christiansen 6, Janus E. Sørensen 4, Høgni Klein 4, Hjalti M. Jacobsen 3, Hanus H. Johansen, Ragnar Stakksund 2
Útvísingar Kyndil: 3