Útvarpið

Túsun takk fyri eina góða og áhugaverda sending, Sonni Smith og Hans Holm.

Tað var hugvekjandi at hoyra røðuna hjá Seattle høvdinga til forsetan. Hann skilti ikki hvussu nakar kann eiga jørðina og selja og keypa hana. Hugsi tykkum, føroyingar hava allir átt rættin til havið, nú ætla teir at keypa og selja tað eisini, so nøkur fá við pengum kunnu eiga tað. Tað eru fleiri sum Seattle høvdingi, sum undrast yvir tað.

Høvdu tit í Sosialinum verið so beinasamir at prenta røðuna hjá Seattle høvdinga, soleiðis at fólk sum ikki hoyrdu hana í útvarpinum, hava møguleika at lesa hana. Rokni við at Sonni er so beinasamur at útvega handritið, sum Hans Thomsen sáli, umsetti til føroyskt, ein dýrgripur.


Vinarliga

Hildigunn Christiansen