Uttanríkisráðið: Óheppin vitjan av umhvørvisaktivisti

Tað er óheppið, at Pete Bethune og hansara viðhaldsfólk í gjár vitjaðu 6. Flokk í Skúlanum við Løgmannabreyt. Tað staðfestir Sigmundur Ísfeld, deildarstjóri í Uttanríkisráðnum.

Uttanríkisráðið hevur áður heitt á almennar stovnar um at halda frástøðu frá Pete Bethune og hansara felagsskapi, og hendan áheitan stendur framvegis við, slær deildarstjórin fast.

Sigmundur Ísfeld sigur, at rættast hevði verið, um skúlin hevði vent sær til Uttanríkisráðið ella Mentamálaráðið áðrenn.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum sigur í dag, at mentamálaráðið og uttanríkisráðið mugu taka støðu til hvar markið skal vera á hesum økinum.

Hon heldur tað vera óheppið, at tað ikki var samskipað áðrenn; men staðfestir kortini, at hon hevur álit á skúlaleiðsluni, men vil hava greiðari reglur á økinum.