Uttanríkispolitikkin eiga vit at fáa á egnar hendur

Áttu havt fingið broytt lógina í gjár, tá ið Jóannes bóndi hevði fylt 150 ár

 

Framsókn hevur landsstýrismannin, sum umsitur uttanríkismál í landsstýrinum.

Poul Michelsen er í løtuni landsstýrismaður, men hann er ikki serliga vælnøgdur við uttanríkispolitisku heimildarlógina.

Hann segði á ársfundinum hjá Framsókn, at hann helvdur at tað í veruleikanum er skammiligt, at vit ikki sjálvi hava ábyrgd av okkara egna uttanríkispolitikki.

-Eg var á einum altóða fundi í Sveis. Tá ið eg skuldi tosa, so var sagt, at eg skuldi tala vegna Danmark- tað dámdi mær ómetaliga illa, segði hann.

Í sínari røðu nevndi hann, at í løtuni verður arbeitt við at yvirtaka loftrúmið og at tað arbeiðið gongur væl.

Viðvíkjandi flóttum, so segði hann, at ein avtala er gjørd við íslendingar um hetta.

Familju- og arvarætturin verður yvirtikin. Eisini tað arbeiðið er í gongd.

Á vinnupolitiska økinum gongur væl, men hann nevndi, at alivinnan er ein avbjóðing.

-Sjálv alingin gongur sera væl og ongastaðni í heiminum er so gott at ala, sum her-

Hann segði,at avbjóðingin trýstið á umhvørvið er sera ógvusligt. Stórur partur av alivinnuni eru vitandi og duga at síggja hesar trupulleikar.

-Hetta er eitt øki, sum eg umsiti og tað mugu vit fáa skil á. Grádighitin má ikki sleppa at oyðileggja umhvørvið, segði Poul Michelsen.

Ein møgulig loysn er at fara longur út á hav at ala. Fiskurin verður størri – tí kann hann møguliga flytast longur út.

Tøkugjaldið er eisini ein spurningur, sum má viðgerast.

-Í løtuni tjena alarar um 14 krónur fyri hvørt kilo av laksi. Tað er fantastiskt, men at siga, at tøkugjaldið forðar fyri, at portiónir verða gjørdar í Føroyum, er ikki rætt, segði Poul Michelsen.

Hann legði afturat, at nýskipanin í fiskivinnuni er á veg, men hvussu tað endar, visti hann ikki at siga.