Uttanlandsnevndin: Vit eru ósek

Uttanlandsnevndin avnoktar, at nakar leki er í nevndini.

Tað hevur vakt miklan ans, at Norðlýsið hevur skrivað fleiri greinar um, hvat kom fram á fundi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum og uttanlandsnevnd løgtingsins. Landsstýrismaðurin hevur ráðført seg við nevndina í sambandi við fiskivinnusamráðingarnar við Ísland, sum standa fyri framman.

 

Viðgerðin hjá Uttanlandsnevndini er fevnd av tagnaðarskyldu, og tí hava mong víst á, at eyðsæð hevur onkur brotið sína tagnaðarskyldu, tá Norðlýsið so gjølla kann greiða frá, hvat er komið fram á fundinum. Fleiri nevndarlimir hava verið undir illgruna og tað hevur einamest mest rakt teir, sum eru tættast at Norðlýsinum og fiskivinnuni.

 

Annita á Fríðriksmørk er forkvinna í nevndini og í tíðindaskrivi í dag skrivar hon, at nevndin hevur havt fund í dag, har málið um brot á tagnaðarskylduna hevur verið viðgjørt.

 

- Staðfestast kann, at upplýsingarnar, sum fjølmiðlar vísa til, ikki eru komnar frá Uttanlandsnevndini, er niðurstøðan frá Annitu á Fríðriksmørk og uttanlandsnevndini.