Uttanlandsnevndin til Íslands uttan mál og mið

Fólkaflokkurin, sum er servandur í politiskum dupultmorali, og sum nú rópar varskó, hevur sjálvur alla ábyrgdina av, at Hoyvikssáttmálin er vorðin ein skamblettur í samstarvinum millum Føroyar og Ísland.

Fólkaflokkurin, sum er servandur í politiskum dupultmorali, og sum nú rópar varskó, hevur sjálvur alla ábyrgdina av, at Hoyvikssáttmálin er vorðin ein skamblettur í samstarvinum millum Føroyar og Ísland.

 

Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.

 

Vit harmast um atferðina hjá íslendingum í málinum um Nærarberg, men politiska skipanin í Føroyum má taka sín part av ábyrgdini av støðuni.

 

Í mars í 2013 legði Framsókn uppskot (løgtingsmál nr. 99) fyri tingið um at landsstýrið skal lýsa, hvønn týdning Hoyvíkssáttmálin hevur havt fyri føroyska búskapin og menningina av føroyska samfelagnum.

 

Ein frágreiðingin frá landsstýrinum skuldi verða grundarlagið undir einum aðalorðaskifti um sáttmálan.

 

Framsøgufólkini vóru á einum máli um, at íslendingar hava fingið nógv meiri burtur úr sáttmálanum enn føroyingar. Tey vístu á, at tað hevur verið vónleyst hjá føroyskum virkjum og fyritøkum at sleppa inn á íslendska marknaðin, meðan íslendskar fyritøkur hava havt munandi lættari við at fáa fótafesti í Føroyum.

 

Í viðmerkingum til uppskotið frá Framsókn varð m.a. sagt:

...at endamálið við Hoyvíkssáttmálanum er at skapa fyritreytir fyri samfelagsligari menning í Føroyum og í Íslandi. Við Hoyvíkssáttmálanum verða búskaparligu sambondini millum Føroyar og Ísland nýskipaði. Búskaparsáttmálar millum londini bæði hava higartil og í høvuðsheitum verið avmarkaðir til frælsi fyri vøruhandil landanna millum.

Týðandi tættir í Hoyvíkssáttmálanum snúgva seg um at seta í gildi tey sokallaðu fýra frælsini, ið skulu tryggja, at vørur, tænastur, kapitalur og persónar kunnu flyta seg ótarnað millum londini bæði.

 

Víðari var sagt: ... at Hoyvíkssáttmálin hevur nú virkað síðan í august 2005 ella í skjótt 8 ár. Ymiskt er, sum fólk halda um sáttmálan. Ikki so sjáldan er at hoyra, at sáttmálin ikki javnvigar og ikki er til fyrimuns fyri menningina í Føroyum.

Nógvar íslendskar fyritøkur arbeiða í Føroyum, og íslendingar eru undantiknir teimum lógum, har verja er sett móti útlendskum ognarrætti. Sama rætt hava vit føroyingar í Íslandi, men brúka vit føroyingar henda rætt ella ber til at brúka hann?

Vit hava sera gott og vinarligt samskifti við íslendingar á øllum økjum, og tí er tað ikki rætt, at ein slík avtala livir sítt egna lív, og at eingin veruliga veit, hvønn týdning sáttmálin hevur, og hvussu javnvágin er millum londini. Hetta er ikki virðiligt. Landsstýrið eigur tí í eini frágreiðing at skipa fyri aðalorðaskifti um Hoyvíkssáttmálan.

 

Eisini eiga vit at meta, um tað er rætt, at Hoyvíkssátmálin frameftir skal verða framdur við støði í uppskoti til samtyktar og ikki sum løgtingslóg. Flest allir løgfrøðingar meta, at hetta er í ósamsvari við stýrisskipanina. Ísland, sum er hin parturin av sáttmálanum, hevur ikki tryggjað sáttmálan við lóg. Ávísir umsitingartrupulleikar vóru tá sagdir at forða fyri at halda stýrisskipanina. Eru fortreytirnar broyttar nú, soleiðis at Hoyvíkssáttmálin frameftir kann virka sum uppskot til samtyktar og ikki við løgtingslóg?

 

Uppskotið hjá Framsókn varð beint í uttanlandsnevndina, og tá tað kom út aftur úr nevndini var greitt, at sitandi samgonga ikki var áhugað í uppskotinum og mælti løgtinginum til at fella uppskotið. Tað gjørdi løgtingið. 

 

Júst hetta, at ongin lýsing er gjørd av sáttmálanum ger, at eingin veit hvat Hoyvíkssáttmálin kann brúkast til og hvørjar ábøtur skulu gerast fyri at hann skal virka eftir ætlan.

 

Hetta gevur rúmd fyri áhaldandi gitingum og tá eisini rúm til millim annað Bjarna Djurholm at sláa politiskan mynt av eini sera keðiligari hending. Einari hending, sum bara kom í, tí at samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin ikki vil lurta eftir øðrum enn sær sjálvum

 

Í morgin 1. September ferð uttanlandsnevndin til Íslands og Grønlands. Á fyrireikandi fundi við m.a. løgmann herfyri gjørdist greitt, at onki nýtt er undir sólini hvat Hoyvíkssátmálanum viðvíkur. Hetta sjálvt um vit hava fingið at vita frá íslendingum, at teirra sáttmáli við ES altíð stendur omanfyri Hoyvíkssátmálan og at hesin tí bert virkar tá  sáttmálin millum Ísland og ES loyvir tí.

 

Tað stutta av tí langa er, at tá uttanlandsnevndin í morgin fer til Íslands í morgin, er hon ófyrireikað og tá uttan mál og mið. Tað, ið verri er, er at hon veit av tí, sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn.