Klaksvík:
Rættiligur jóladámur var í býnum hóskvøldið um hálvgum seks tíðina, tá Klaksvíkar Hornorkestur byrjaði at spæla kend jólaløg. Tað var sera hugnaligt at spáka í býnum og hoyra klangin frá horntónum. Heilt fitt av fólki savnaðust uttan fyri Sparikassan at lurta, og meðan kuldin spakuliga trongdi seg inn á skinn, fingu fólk ein heitan kaffimunn ella temunn frá starvsfólkunum í Sparikassanum. Børnini fingu Sunkist og so vóru siropskøkur eisini at fáa. Sera hugnaligt og væleydnað, hóast tað ikki var tað heilt stóra tiltakið.
Onkur helt fyri, at tað skal ikki so øgiliga nógv til fyri at skapa jólahýr. Øll gleða seg jú til jóla, og tá jólatónar eru at hoyra, so verða fólk beinanvegin mint á, at jólini veruliga nærkast.
Meðan hornorkestrið spældi, stóðu børn sum vaksin og lýddu á. Onkur børn høvdu hug at syngja við, tá orkestrið spældi Gleðilig jól.
Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassi, sigur, at Sparikassin fer at skipa fyri líknandi tiltøkum hvønn hósdag frá nú av til jóla.
- Vit ætla at hava tónleik við hvørja ferð og so kaffi og annað gott. Næstu ferð verður Silvi við, og um fjúrtan dagar verður jólamaðurin eisini, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er eitt ískoyti frá Norðoya Sparikassa til at seta jóladám á býarlívið. Og um tað fyrsta ískoytið kann sigast, at tað eydnaðist avbera væl. Fólk sóu út til at hugna sær og njóta at standa í køldu kvøldarluftini og lýða á jólatónleik og verma seg við einum heitum munni.