Havnar kirkja boðar frá, at um viðrar verður uttandura gudstænasta á Trappuni í Vágsbotni jólaaftan klokkan 15.00-15.30
Tríggir sálmar verða sungnir: Eitt barn er føtt í Betlehem, Føgur er foldin og Gleðilig jól.
Havnar Hornorkestur spælir til sálmarnar.
– Heitt verður á fólk um at hava sálmabók við ella at brúka sálmabókaappina. Uni Næs prædikar, skrivar Havnar kirkja