Uttan fisk, býr einki fólk í Føroyum

Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, setti 19. ársfundin hjá NASCO, sum í hesum døgum verður hildin í Føroyum.

Laksaumsiting

Í hesi vikuni heldur laksafelagsskapurin, NASCO, sín 19. ársfund í Føroyum.
NASCO-felagsskapurin, sum er stovnaður í 1984, hevur til endamáls at varðveita og fyrisita laksastovnarnar í Norðuratlantshavi. Limalondini í felagsskapinum eru Kanada, Danmark (vegna Føroyar og Grønland), ES, Ísland, Noreg, Russland og USA.
Tað var Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sum setti ársfundin hesaferð.
Hann vísti á, at vit føroyingar liva av tí, sum havið gevur, og tí er tað so umráðandi fyri okkum, at skipað verður soleiðis fyri, at vit fáa sum mest burtur úr tilfeinginum í havinum.
- Fiskur kennir eingi landamørk, og tí er so umráðandi við felagsskapum sum
NASCO, ið hava sum mál at varðveita og fyrisita laksastovnin.
Í setanarrøðuni samanbar Jørgen fiskiskap við fótbólt, sum øll tosa so nógv um í
hesum døgum.
- Venjarin kann ikki avgera úrslitið; hann kann bara royna at ?kontrollera?
spælararnar. Tað sama er við náttúruni og fiskiskapi. Vit kunnu ikki ?kontrollera? náttúruna, men vit kunnu ansa eftir teimum menniskjum, sum veiða fiskin.
Jørgen Niclasen vísti á, hvussu umráðandi tað er hjá okkum føroyingum at hava
rættin til at veiða laks burðardygt á opnum havi, tí sum hann tók til:
- Uttan fisk, býr einki fólk í Føroyum.


Áseta kvotur
og veiðireglur

NASCO-felagsskapurin fevnir um eitt ráð, tríggjar økisnevndir og eina skrivstovu. Økisnevndirnar eru: Norðuramerikanska Nevndin, Nevndin fyri Landnyrðingspartin av Atlantshavi og Vesturgrønlendska Nevndin.
Føroyar eru limir í Nevndini fyri Landnyrðingspartin av Atlantshavi, sum ásetir kvotur og veiðireglur fyri laksafiskiskapi á opnum havi. Umframt Føroyar, eru ES, Ísland, Noreg og Russland limir í hesi nevndini.
19. ársfundurin hjá NASCO endar 7. juni.