- Av tí, at fyrispurningar eru komnir inn um tíðarfreistina at lata inn tilboð inn til bústaðarverkætlanina, er avgerð tikin um at útseta tíðarfreistina at lata tilboð inn til eftir páskir.
Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag. Her verður lagt aftrat, at nýggja freistin er á middegi hin 8. apríl.
Talan er um eitt øki, sum er ein samanlegging av Kolastykkinum og økinum á Bakka, har Turkihúsið áður stóð, soleiðis sum viðhefta mynd eisini vísir.
- Tey, sum bjóða, skulu koma við uppskoti um, hvussu byggingin kann skipast, men kravið er, at tað verða bygdir bústaðir, ið eru á einum prísstøði, sum er møguligur at fáa fígging til í Vestmanna.
Í Vestmanna kommunu siga tey, at í byggingini skulu atlit eisini takast til fólk við rørslutarni, eins og kommunan eisini tryggjar sær, at burðardyggar orkuskipanir verða brúktar.
- Økið liggur í einum friðarligum umhvørvi niðri við sjógvin og við fríum og góðum útsýni út á fjørðin, verður lagt aftrat.











