Útlendskur venjari og nýggir spælarar í VB

Nú hondbóltsárið byrjar er eisini greitt, at VB fær nýggjan venjara og 2 nýggjar leikarar, samstundis sum málverjin Sanja verður aftur á VB-liðinum í vetur.

 

Nýggja venjarin hjá VB er Jasna Petricevic, sum er 35 ára gomul. Jasna hevur inntil 2012 spælt sum málverji og hevur síðani verið venjari.

 

Umframt Jasna, so hevur VB eisini fingið ein nýggjan mið-leikara og ein nýggjan vinstra bak. Ivana Jakelja er 27 ára gomul og spælir sum mið-leikara. Ivana hevur best í bestu deildini í Serbia og í Turkalandi.

 

Nýggi vinstri-bakkurin hjá VB er Danijela Mistric, sumer 26 ára gomul. Danijela hevur spælt í Kroatia, Serbia, Ungarn og Turkalandi.

 

Umframt tær tríggjar, so verður Sanja, málverjin, sum spældi við VB seinastakappingarár eisini at síggja í VB-málinum í vetur.

 

Venjarin og spælararnir eru allir úr Serbia.