Í januar var ein lítil helmingur av gistinarhúskømrunum, sum eru til taks í íslandi, útleigaður. Meðan svikaligt var ymsastaðni kring landið, hvussu nógvir gestir vóru, vóru 68 prosent av kømrunum í Reykjavík útleigað.
Íslendska hagstovan sigur, at hóast helvtin av kømrunum kring Ísland stóðu tóm, var talið á gistingum í januar í ár ein fimting størri enn í januar í fjør.
Av teimum, ið gistu á gistingarhúsi fyrsta mánaðin í ár, vóru 87 prosent útlendingar, og tað er ein vøkstur upp á 20 prosent. Samstundis vaks talið á íslendingum, sum gistu á gistingarhúsið í heimlandinum við 22 prosentum.
Flestu gistingar eru í høvuðsstaðnum, gott og væl 156.000 gitingar, sum var 80 prosent av samlaða talinum. Næstflestar gistingar vóru á Suðurlandinum, men tað talið var nógv lægri, knappar 17.000 gistingar.
Bretar áttu flestu av útlendsku gestunum á íslendsku gistingarhúsunum, og síðani komu amerikanarar og teimum á baki týskarar.











