Útiseti ger annarleiðis Føroyakort

Nú ber till at fáa heilt serstøk kort av Føroyum. - Tað skuldi bara vera ein gáva til unnustuna, men nú er hetta blivið ein stór verkætlan, sigur maðurin handan kortini

- Eg hevði hug at geva damuni okkurt kreativt at heingja uppá veggin í íbúðini hjá henni, og av tí at vit eru búsitandi í Danmark, og man ofta leingist heim til Føroya, so helt eg, at tað var eitt fínt hugskot at gera henni eitt kort av Føroyum. Men eg vildi ikki bara geva henni eitt vanligt Føroyakort, tí tað skuldi samstundis síggja grafiskt og annarleiðis út.

 

Soleiðis sigur 29 ára gamli Rúni Dimon, ið hevur gjørt tey serligu Føroyakortini, sum fleiri longu nú hava ognað sær.Talan er um sokallaðar kortkartel plakatir, har kortini eru uppsett av oyggja- og bygdanøvnum í Føroyum.

 

Hann er útbúgvin professiónsbachelorur í e-Concept Development & Multimedia Design í Keypmannahavn og dámar væl at fáast við ymsar kreativar loysnir á teldu.

 

Føroyakortini hjá Rúna Dimon, sum er úr Hoyvík, men býr í løtuni í Danmark, er á ongan hátt eins og tey vanligu kortini av Føroyum, sum vit eru von at síggja.

 

- Eg helt, at eg kundi royna at seta kortið upp við bókstavunum av øllum staðarnøvnum, sum eru í Føroyum. Tað vísti seg so skjótt, at kortið nokk fór at verða stuttligari og onkursvegna lættari at hyggja at, um ikki alt ov nógv var á tí. Tí valdi eg so at leita eftir postnummarum í Føroyum og skapa kortið har frá. Sjálvandi máttu oyggjanøvnini eisini takast við, greiðir Rúni Dimon frá.

 

Tá tað fyrsta Føroyakortið hjá Rúna Dimon var liðugt og var komið upp at hanga í íbúðini hjá unnustuni, vóru tað fleiri, ið vístu kortinum ans.

 

- Unnustan vísti tað fyri nøkrum vinkonum, og tær góvu mær síðani hugskotið, at eg burdi roynt at selt tey. Tað havi eg so valt at gera, sigur Rúni Dimon.

 

At seta eitt Føroyakort upp, soleiðis sum Rúni Dimon ger, tekur eitt sindur av tíð.

 

- Hvørt kort er sett upp ein bókstav í senn. Bara Eysturoy aleina tók yvir 11 tímar at seta upp, og tá er fyrireikingararbeiði og farvulegging ikki tald við, fortelur Rúni Dimon.

 

Tann 29 ára gamli Hoyvíkingurin er rættiliga ovfarin av, at kortini eru vorðin so mikið vælumtókt.

 

- Áhugin fyri kortinum hevur verið nógv størri, enn eg nakrantíð hevði væntað, men tað er stuttligt, at fólkum dámar tey og vilja hava at eitt kort, sum eg havi gjørt, skal prýða teirra heim, sigur Rúni Dimon.

 

Till ber at síggja fleiri av kortunum við at trýsta her