Føroyska útisetafelagið í Keypmannahavn, ÍF Føroyar, hevur ikki havt nakran fastan venjara hjá hondbóltskvinnunum í fyrireikingunum til kappingarárið, sum byrjar um góðar tvær vikur. Orsøkin hevur verið, at venjarin í fjør, Jákup Larsen, ikki helt fram í starvinum.
Í dag boðar felagið so frá, at nýggjur venjari er funnin. Talan er um Flemming Isaksen, sum áður hevur staðið á odda fyri kvinnuliðnum. Tað gjørdi hann eitt nú í 2007, tá ið myndin omanfyri er tikin.
Hondbóltskappingin hjá bæði kvinnum og monnum byrjar 27. septembur.