- Økið kring skúlan er ikki einans ætlað til skúlanæmingar í fríkorterinum, men ætlanin er, at tað skal vera til gleði og gagn fyri allan býin, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

Útiøki í Klaksvík fyri 5,6 miljónir krónur

- Verkætlanin við útiøkinum, sum hon fyriliggur í løtuni, kostar tilsamans 5,6 miljónir krónur, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

 

 

- Økið kring skúlan er ikki einans ætlað til skúlanæmingar í fríkorterinum, men ætlanin er, at tað skal vera til gleði og gagn fyri allan býin, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

Fyrsta byggistig av útiøkinum á Skúlatrøð, sum fevnir um eitt amfiteatur - ella kringleikhús - er nú liðugt, og maskinur er nú í gongd við seinna part av verkætlanini, sum er at gera ein lítlan fótbóltsvøll, rennistrong og aðrar leikur til rørslu.

 

- Nýggja útiøkið er ætlað miðdeild skúlans, 4.-6. flokki. Hesir næmingar hava saknað nøktandi útimøguleikar, síðan nýggi skúlin varð bygdur. Tí verður henda verkætlan uttan iva til gleði fyri bæði næmingar, lærarar og almenningin annars.

 

Tað sigur Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung hjá Klaksvíkar kommunu.

 

Hann vísir á, at økið kring skúlan er ikki einans ætlað til skúlanæmingar í fríkorterinum, men ætlanin er, at tað skal vera til gleði og gagn fyri allan býin.

 

- Økið er nevniliga væl egnað til alskyns mentanarlig tiltøk, framførslur og líknandi. Leggjast kann aftrat, at gamli sparkivøllurin í ovara skúlagarði nú verður umvældur, og nýtt graslíki verður lagt á hann í næstum, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.

 

Alt útiøkið norðan fyri Skúlatrøð skal eftir ætlan standa liðugt til skúlabyrjan eftir summarfrítíðina og verkætlanin, sum hon fyriliggur í løtuni, kostar tilsamans 5,6 miljónir krónur.

 

##med2##

 

##med3##

 


 

 

- Økið kring skúlan er ikki einans ætlað til skúlanæmingar í fríkorterinum, men ætlanin er, at tað skal vera til gleði og gagn fyri allan býin, sigur Eyðstein Ó. Poulsen.