Útigudstænasta í Gundadali á Hvítusunnu

Annan hvítusunnudag verður stóra útigudstænastan í Gundadali

Annan hvítusunnudag klokkan 11 verður stóra útigudstænastan á ovara vølli í Gundadali.

 

Bergtórur Hjelm Bjarkhamar prædikar, og Hanus Pál Jógvansson hevur eina søgu til børnini. GHM og Havnar Hornorkestur fara aftur í ár at spæla til sálmasangin.

 

Prestarnir siga, at tað er ikki neyðugt at hava sálmabók við, tí sanghefti er gjørt til endamálið. Dentur verður lagdur á, at hetta er ein gudstænasta fyri øll.

 

Eftir gudstænastuna verður ein drekkamuður við onkrum afturvið at fáa í Badmintonhøllini. Okkurt gott er eisini til børnini.

 

Sóknarprestar og kirkjuráð í Suðurstreymoy standa fyri gudstænastuni.