Fyrstu sjey mánaðirnar í ár, hava vit útflutt vørur fyri 6,7 milliardir krónur. Hetta eru 1,6 milliardir krónur, ella 32 prosent, meira enn sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at higartil í ár hevur útflutningurin av fiskavørum verið 29 prosent størri enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør. Uppgerðin vísir, at fyrstu sjey mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,1 milliardir krónur og tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Útflutningurin av makreli er vaksin nógv, tí makrelkvotan varð fiskað seinni í fjør, enn vanligt. Útflutningurin av makreli var 479 milliónir og tað eru 84 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Í tonsum var útflutningurin av makreli sløk 41.900 tons og tað eru 46 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fhjør.
Útflutningurin av laksi heldur fram at vaksa. Fyrstu sjey mánaðirnar í ár, hava vit útflutt laks fyri góðar tríggjar milliardir krónur. Tað er ein hækking upp á 707 milliónur krónur ella 30 prosent. Samstundis er nøgdin minkað niður í 38.500 tons, tað er ein lækking upp á 12 prosent, so tað sigur eitt sindur um, hvussu góður prísurin er.
Gongdin er góð fyri tosk og hýsu. Útflutningsvirðið av toski er hækkað upp í 730 milliónir og tað er ein hækking upp á 214 milliónir krónur, ella 42 prosent. Samstundis hava vit utflutt hýsu fyri 156 milliónir, og tað eru 60 milliónir krónur, ella 63 prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Nøgdin av toski var 14.075 tons og tað eru 15 prosent meiri enn í fjør og útflutningurin av hýsu er 5.048 tons, og tað er ein hækking uppp á 14 prosent.
Útflutningurin av fiskavørum til Russlands er at kalla uppsteðgaður. Men kortini útfluttu vit fyri 19 milliónir til Russlands í juli mánað í ár. Hagstovan sigur, at næstan alt er brennievni, og onnur útgerð, til russisk skip.