Tað er nógv hent, síðan alifelagið P/F Luna byrjaði at ala á Sørvágsfirði, og boðað varð frá, at felagið hevði sett smolt út á fjørðin í 2006. Vónirnar um, at virksemið fór at gerast størri, tá fiskurin fór at verða tikin, vóru góðar.
Í 2008 varð boðað frá, at felagið hevði keypt bláa bygningin á havnalagnum í Sørvági, og at ætlanin var at kryvja allan fiskin á kryvjivirkinum í Sørvági.
Sørvágs kommuna veit frá P/F Luna at siga, at nøgdirnar, sum eru viðgjørdar á virkinum, eru vaksnar støðugt, og í 2013 og 2014 vórðu tikin heili 10.000 tons hvørt árið.
- Í 2014 varð farið undir at útbyggja virkið, og hetta arbeiðið hevur hildið fram í 2015.
Sørvágs kommuna veit at siga, at nøgdirnar, sum felagið tók í 2015, vóru nakað minni enn hini bæði undanfarnu árini, nevniliga 8.500 tons.
- Umbyggingin hevur sett stór krøv til starvsfólk og veitara, men hóast avbjóðingarnar, hevur arbeiðið gingið eftir ætlan, veit Sørvágs kommuna at siga.