USA vil tosa við Iran um Irak

Amerikanska stjórnin gloppar nú dyrnar fyri einum orðaskifti við Iran. So seint sum mánadagin vísti amerikanska stjórnin aftur einum iranskum uppskoti um tingingar, men nú siogur George W. Bush, forseti, at USA kortini er sinnað at tosa við Iran.

Uttanríkisráðharrarnir hjá báðum londunum, Condoleezza Rice og Manouchehr Mottaki, fara á fund í Egyptalandi í næsta mánað at umrøða framtíð Iraks, og ætlandi skulu tey hittast tá.

Sambært Bush ætlar USA at royna at fáa Iran at gevast við at lata uppreistrarmonnum í Irak vápn. Spurningurin um iransku kjarnorkuna verður ivaleyst eisini umrøddur.