USA vann – sum vanligt

Algarve Cup er ein kapping, sum er høgt í metum millum heimsins fremstu kvinnulandslið í fótbólti, og ikki minst eru tey í USA sera glað fyri kappingina, sum hevur verið í Portugal á hvørjum ári síðani 1994. Ein orsøk til tað er sjálvandi, at USA hevur vunnið kappingina oftast av øllum, sjey ferðir.
Hesa ferð var heldur einki undantak, tí USA vann í finaluni á Týsklandi, sum bara eina ferð hevur vunnið kappingina. Hetta eru annars tvey tey bestu kvinnulandsliðini í heiminum í løtuni, so tað var vorðið sum fongur hjá føroyska kvinnulandsliðnum at sleppa at síggja finaluna teirra millum í gjár.
Annars hava Norðurlond gjørt vart við seg í kappingini, serliga tey fyrstu árini. Norra hevur vunnið hana fýra ferðir og Svøríki tríggjar ferðir, eitt nú í fjør, meðan Danmark hevur verið fimm ferðir í finaluni, men enn eigur fyrsta sigurin til góðar har.
Millum heimsins fremstu fótbóltstjóðir í kvinnuhøpi er prestisja í at vinna Algarve Cup, sum í nógvar mátar verður sammett við at vinna olympiskt gull ella at gerast heimsmeistari. At tað so enntá er eydnast at fáa Føroyar upp í »góða selskapið«, ið telur so góð landslið, er eitt satt bragd, og vónandi býðst høvið aftur.