Í Hvítu Húsunum eru tey eftir øllum at døma til reiðar at lata ukrainskar flogskiparar sleppa til USA at læra seg at flúgva F-16 stríðsflogfør, um tað vísir seg, at nóg stór orka ikki er at venja flogskipararnar í Evropa.
Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, John Kirby, segði í dag, at í Washington eru tey ágrýtin eftir at koma í gongd við ætlaninar, og her vísti hann á møguleikan fyri venjingum í USA.
Ukrainskar hernaðarkeldur og keldur í ukrainsku stjórnini siga við Washington Post, at fyrsti bólkurin av ukrainskum flogskiparum til F-16 flogførini neyvan verður liðugur við sínar venjingar fyrr enn næsta summar.
Orsøkin er ein røð av seinkingum í ætlaða venjingarupplegginum í Evropa.
Í USA hava tey stóran kapasitet til venjingar av F-16 flogskiparum, og her veit Washington Post at siga, at uppí einir 400 flogskiparar kunnu venjast um árið.