USA tvífaldað vápnasøluna

Meðan meginparturin av amerikanska vinnulívinum kærir sína neyð um vantandi framburð, hevur amerikanski hernaðarídnaðurin jól og góðar dagar.

Nýggj hagtøl hjá myndugleikunum vísa, at hetta fíggjarárið, sum endar í september, fer USA at útflyta vápn og hernaðarligar tænastur fyri 46 milliardir dollarar ella 236 milliardir krónur. Tað er tvær ferðir so nógv sum í fjør og fleiri ferðir meiri enn í 2009.

Tey fyrstu árini aftan á túsundáraskiftið útflutti USA vápn fyri einar 10 milliardir dollarar árliga, men aftan á 2005 vaks útflutningurin nógv. AP skrivar, at krígsførslan í Irak og Afghanistan og Nato-átakið ímóti Libya hava givið amerikanska hernaðarídnaðinum nógv arbeiði.