USA ætlar at nýta yvirgangsfelagsskap ímóti prestastýrinum í Iran

Leiðandi fólk í Bush-stjórnini ætla at fara undir eitt loyniligt átak í Iran og mæla til at stuðla einum útlagnum iranskum felagsskapi, sum frammanundan stendur á amerikanska listanum yvir yvirgangsfelagsskapir

Tað er bretska blaðið Daily Telegraph, sum avdúkar ætlanina hjá leiðandi fólkum í amerikansku stjórnarumsitingini. Ætlanin hevur sín uppruna í verjumálaráðnum Pentagon.
Sambært blaðnum hava hesi skotið upp, at USA skal stuðla iranska andstøðufelagsskapin Mujaheddin-e Khalq, sjálvt um hesin felagsskapurin síðani 1997 hevur verið millum teirra, sum USA metir sum yvirgangsfelagsskapir.
MKO, sum tann iranski felagsskapurin vanliga verður róptur, hevur einar 30.000 vápnaðar menn, og USA hevur fleiri ferðir skuldsett felagsskapin fyri at hava skipað fyri bumbuspreingingum og avrættingum í Iran. USA hevur eisini skuldsett MKO fyri at hava beint fyri amerikanskum sivilum og hernaðarligum ráðgevum, sum arbeiddu í Iran í sjeytiárunum.
Men nú hevur verjumálaráðið við Donald Rumsfeld á odda mælt stjórnini í Washington til at nýta MKO í Iran, eins og USA nýtti Norðursamgonguna í krígnum ímóti Taliban í Afghanistan, skrivar Daily Telegraph. Ein kelda í Bush-umsitingini sigur við blaðið, at samstarvið við MKO verður hildið at vera tann einasti vegurin at ganga fyri at fáa eitt stjórnarskifti í Teheran eins og í Kabul á sinni.
- Munurin er bert, at hesaferð verður ikki talan um nakað kríggj. Ætlanin er at máða støðið undan prestastýrinum, og vit tosa als ikki um at leypa á, sigur keldan við bretska blaðið.
Hugsjónarliga er MKO ein samanrenning av islamismu og marxismu. Felagsskapurin fekk í mong ár fíggjarligan stuðul frá Saddam Hussein, sum á tann hátt royndi at hevna, at Iran lat shiamuslimska irakska andstøðufelags-skapin SCIRI hava høvuðsstøð í Teheran.
Loynilig vápnahvíld
Tá USA og Bretland í vár lupu á Irak, bumbaðu amerikansk flogfør støðir hjá MKO, men eftir loyniligar tingingar gjørdu amerikanarar av at gevast við hesum álopunum. Hetta var ein loynilig vápnahvíld millum USA og ein felagsskap, sum landið sjálvt leggur undir yvirgangsvirksemi, skrivar Daily Telegraph.
Sambært blaðnum skal Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, vera vorðin hugtikin av hernaðarligu evnunum hjá felagsskapinum, og hann skal hava mælt felagsskapinum til at fáa sær annað navn og at samstarva við Pentagon aftur fyri loyniligan fíggjarligan stuðul úr USA.
Millum teirra, sum hava tikið undir við hugskotinum hjá Rumsfeld, er Douglas Feith, sum er ríkisskrivari í Pentagon. Hann sigst hava víst á, at tað er so langt síðani, at MKO søkti at amerikanskum málum, at tað ber til at strika felagsskapin av yvirgangslistanum. Ein annar, sum eisini sigst stuðla samstarv við MKO, er John Ashcroft, løgmálaráðharri.
Skrivstovu í Washington
Hóast USA alment í mong ár hevur lagt MKO undir yvirgangsvirksemi, hevur felagsskapurin fingið loyvi at hava sína egnu skrivstovu í sjálvum Washington, men undir heitinum Tjóðskaparliga iranska andstøðuráðið. Í 1999 kom amerikanska uttanríkisráðið til ta niðurstøðu, at Tjóðskaparliga iranska andstøðuráðið var bert eitt eiti, og at talan í veruleikanum var um eina deild hjá MKO, og tí varð ráðið eisini skrásett sum yvirgangsfelagsskapur.
Sjálvir siga iranararnir í Washington seg vera eit demokratiskt alternativ til stýrið í Teheran, og hetta er ein tulking, sum alt fleiri leiðandi politikarar á amerikanska høgravonginum nú tykjast hava hug at góðtaka, skrivar Daily Telegraph.
Men uttanríkisráðið í Washington tekur ikki undir við hesari uppfatanini. Tvørturímóti er hugsanin har, at tað hevði verið hykl, um USA brádliga góðtekur MKO, bert tí felagsskapurin kann tæna amerikanskum áhugamálum.
Hvat George W. Bush, forseti, sigur um ætlanina hjá Pentagon, er ikki greitt, men sambært Daily Telegraph skuldi ætlanin leggjast fyri forsetan seinasta vikuskiftið.
Trupult at fáa eina stjórn
Seinastu tíðina hevur USA fleiri ferðir lagt Iran undir at elva til ófrið í Irak, og amerikanarar hava beinleiðis sagt, at Iran hevur loyvt áðurnevnda felagsskapinum SCIRI at senda hermenn inn um irakska markið at gera seg inn á amerikansku hermenninar har. Tá ein amerikanskur hermaður doyði í einum granatálopi í síðstu viku, segði Pentagon, at tað vóru hermenn hjá SCIRI, sum høvdu skipað fyri álopinum.
Donald Rumsfeld hevur ávarað stýrið í Teheran og sagt, at tað fer at fáa avleiðingar, gevst stýrið ikki við at órógva amerikansku hermenninar í Irak.
Upprunaliga vildu amrikanararnir vera við, at tað vóru sunnimuslimakir viðhaldsmenn hjá Saddam Hussein, sum skipaðu fyri álopunum á amerikansku hermenninar. At USA nú leggur shiamuslimskar felagsskapir undir tað sama fer sambært eygleiðarum at gera tað trupult hjá USA at skipa eina stjórn í Bagdad. USA hevur roynt at stuðla hóvligar shiamuslimskar leiðarar, men uttan stórvegis úrslit. Ein teirra, Abdul Majid al-Khoei, sendu amerikanarar úr London til Irak við 100 milliónum dollarum í viðførinum, men hann hevði ikki meiri enn sett føturnar á irakska jørð, tá hann varð myrdur. Eitt annað amerikanskt evni er Ahmed Chalabi. Hann er framvegis á lívi, men fáir irakar vilja vita av honum.