USA til reiðar at hjálpa Argentina

Men treytin er, at argentinska stjórnin heldur eina greiða búskaparpolitiska kós

USA er til reiðar at hjálpa Argentina burtur úr teirri álvarssomu búskaparkreppuni, sum hevur lagt ein stóran part av samfelagnum lamið. Tað kunngjørdi George W. Bush, forseti, eftir at hann hevði hitt vinnulívsfólk og politikarar úr felagsskapinum av amerikanskum statum.
Bush legði tó dent á, at skal Argentina hava hjálp úr USA, noyðist stjórnin hjá Duhalde forseta at leggja eina búskaparætlan, sum ber í sær, at landið sum frá líður fær ein sunnan búskap.
- Treyt okkara er, at tann argentinski búskapurin verður burðardyggur, segði amerikanski forsetin.
- Tað harmar okkum, at Argentina skal hava so álvarssamar trupulleikar at drgast við. Tí er USA sinnað at hjálpa saman við altjóða fíggingarstovnum, so skjótt stjórnin í Buenos Aires hevur lagt tann neyðuga politikkin til rættis, segði George W. Bush.
Viðurskiftini í Argentina hava verið sera spent seinastu tíðina. Stjórnin hevur avmarkað rættin hjá fólki at taka pengar úr peningastovnunum, gjaldoyrað er niðurskrivað 30 prosent, og nógv hava ikki fingið løn seinastu tveir mánaðarnar.
Tey flestu londini á amerikanska meginlandinum hava fríhandilssáttmála við USA. Í seinastuni hava lond sum El Salvador, Costa Rica, Honduras og Nicaragua biðið um at fáa fríhandilssáttmála við USA, men Bush forseti segði í gjár, at stjórn hansara hevur ikki áhuga í at gera fleiri tílíkar sáttmálar.