Fólk úr USA og Vietnam fóru í dag undir arbeiðið at savna leivdirnar av tí eitrandi evninum Agent Orange við flogvøllin í Danang. Agent Orange er eitt eitrandi evnafrøðiligt vápn, sum amerikanski herurin brúkti í krígnum í Vietnam til at koyra bløðini av trøunum í skógunum, sum teir vietnamesisku hermenninir fjaldu seg í.
Hetta er fyrstu ferð, at USA fíggjar arbeiðið at rudda aftan á Vietnam-kríggið. Partarnir hava avtalað at reinsa 73.000 rúmmetrar av mold, og arbeiðið skal fáast frá hondini innan árslok 2016.
Amerikanararnir brúktu Agent Orange í tíggju ár í Vietnam, og hesi árini sprændu teir nógvar milliónir litrar av evninum oman yvir tann vietnamesiska frumskógin. Í evninum er dioxin, sum fólk kunnu fáa eitt nú krabbamein av.
Tað hevur víst seg, at óvanliga nógvir amerikanskir og vietnamesiskir hermenn fingu lungnakrabba, og at teir fingu børn við ymsum brekum, og granskarar seta hetta í samband við, at amerikanararnir brúktu Agent Orange í krígnum. Vietnam hevur kravt endurgjald frá USA, og tann spurningin tingast londini um enn.