USA úr Irak um eitt ár

Irakski forsetin heldur, at teir útlendsku hermenninir kunnu takast úr landinum um eitt ár

Irak

Tað væleydnaða tjóðartingsvalið sunnudagin og ikki minst tað, at tað eydnaðist at forða uppreistrarmonnunum at steðga valinum, hevur fingið irakar at tosa um, at nú kunnu teir útlendsku hermenninir fara heimaftur.
Men irakski forsetin, Ghazi al-Yawar, heldur ikki, at stundin er komin enn.
-Tað hevði verið púra burturvið at sagt, at hermenninir skulu fara av landinum nú. Okkum tørvar hjálp frá teimum til at menna okkara egnu trygdardeildir, men eg rokni við, at síðst í hesum árinum kunnu teir fyrstu fremmandu hermenninir fara heimaftur, segði al-Yawar á tíðindafundi í Bagdad.
Verjumálaráðharrin, Hazem Shaalan, var samdur við forsetanum í, at tað er óðamannaverk at biðja teir fremmandu hermenninar fara úr Irak nú.
-Vit vilja ikki hava fremmandar hermenn í landi okkara, men vit hava teir fyri neyðini, til vit sjálvir kunnu verja mark okkara, segði hann.
Eygleiðarar siga við Reuter, at al-Yawar, forseti, er tann fyrsti irakski leiðarin, sum hevur nevnt, nær teir fremmandu hermenninir eiga at fara úr Irak. Amerikanska stjórnin hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til orð hansara.