USA og Russland hava snakkað saman um Ukraina

Verjumálaráðharrarnir í USA og Russlandi hava snakkað saman í dag, og her bað amerikanski verjumálaráðharrin um vápnahvíld í Ukraina í stundini.

 

Sambært útlendskum miðlum var tað Lloyd Austin, sum tók stig til samrøðuna við Sergej Sjojgu.

Tað var amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, sum setti seg í samband við russiska verjumálaráðharran, Sergej Sjojgu. 

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at Lloyd Austin bað um vápnahvíld í Ukraina í stundini, men sum skilst fekk hann einki lyfti frá Sergej Sjojgu um tað.

 

Í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, vita tey at siga, at hetta er fyrstu ferð, at verjumálaráðharrarnir í USA og Russlandi hava snakkað saman, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar.

 

Í Pentagon siga tey eisini, at Lloyd Austin bað um vápnahvíld í Ukraina í stundini, og hann legði eisini dent á týdningin av, at samskifti er millum USA og Russland.

 

##med2##

 

- Samrøðan millum verjumálaráðharrarnar loysti í sær sjálvum ikki upp fyri truplu spurningunum, og hon broytti heldur ikki støðuna hjá Russlandi um, hvat landið fer at gera.

 

Tað sigur ein kelda í Pentagon.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Tass var tað amerikanski verjumálaráðharrin, sum tók stig til samrøðuna, men sambært NTB hevur TASS einki sagt um, hvat Lloyd Austin og Sergej Sjojgu snakkaðu um.

 

 

 

Sambært útlendskum miðlum var tað Lloyd Austin, sum tók stig til samrøðuna við Sergej Sjojgu.

Russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu.