Tað er ikki alt, ið er so lætt at skilja.
Samstundis, sum USA roynir at forða fyri, at Kuba fær brennievni, veitir USA landinum seks milliónir dollarar aftrat í humaniterari hjálp til fólkið í landinum.
Hetta vita keldur í amerikanska uttanríkisráðnum at siga í dag.
Soleiðis økir USA um humaniteru hjálpina - eftir herviligu melduródnina, Melissa, í fjør heyst - samstundis sum landið roynir at forða fyri, at Kuba fær brennievni við teirri avleiðing, at stórt trot er á brennievni á karibisku oynni.
Keldan í USA, sum veit um amerikansku hjálpina at siga, Jeremy Lewin, hevur á tíðindafundi sagt, at nýggja játtanin til Kuba merkir, at USA nú hevur veitt kubanska fólkinum tilsamans níggju milliónir dollarar í humaniterari hjálp.
Hetta skrivar tíðindastovan NTB í kvøld.











