USA: Leita eftir 12 sjófólkum

Seks fólk eru bjargað á lívi. Ein er funnin lívlátin, og 12 fólk eru framvegis saknað í einari vanlukku í Meksikanska Flógvanum.

 

Eitt serstakt skip - Seacor Power - er sokkið í Meksikanska Flógvanum, og í meira enn eitt samdøgur hevur verið leitað eftir 12 av manningini. Talan er um eitt skip, sum kann seta trý bein niður á havbotnin og síðan kann standa á botni sum ein plattformur.

Tað var seinnapartin týsdagin, at skipið sendi út neyðarkall. Skipið hevði lagt frá landi í havnini, Port Fourchon, um 13.30-tíðina henda dagin og var endað í einum ógvusligum ódnarveðri.

Sambært tíðindastovuni AP er Port Fourchon týdningarmikil býur í USA, tá ræður um olju-og gassídnað. Býurin liggur 16 fjórðingar sunnan fyri kenda býin, New Orleans. Uppgávan hjá Seacor Power var at vera oljuplattformum til hjálpar í økinum.

Washington Post skrivar, at 19 fólk vóru umborð á skipinum, sum sakk í stóru aldunum og nógva storminum. Í tíðindaskrivi sigur amerikanska bjargingartænastan, at bjargingarskip hava leitað eftir teimum, sum ikki eru komin afturíaftur, í einum øki, sum er umleið 3700 ferkilometrar stórt.

Seks fólk eru bjargað á lívi. Ein av manningini er funnin lívlátin, og 12 fólk eru framvegis saknað í vanlukkuni. NBC skrivar, at fýra av teimum seks bjargaðu vórðu tikin upp av bátum, sum vóru í økinum stutt eftir, at skipið koppaði.

Útlendskir miðlar skriva, at fleiri avvarðandi eru savnað á einari støð við havnina í Port Fourchon. Will Watson, sum starvast innan bjargingartænastuna í økinum, sigur sambært Washington Post, at tey framvegis vóna at finna fólk á lívi.

- Hvørja ferð, vit eru við í bjargingarátaki, eru vit vónrík. Tú kanst ikki taka tær av slíkum arbeiði, um tú ikki ert vónríkur, sigur Will Watson. Sambært NBC halda bjargingarfólkini, at onkur av manningini kann vera á lívi í onkrum luftlumma í skipsvrakinum.

- Hetta er ein møguleiki, men vit vita einki enn, sigur Shelley Turner, sum eisini starvast hjá bjargingartænastuni í økinum, við NBC.