Eydnast tað ikki ísraelsmonnum og palestinum at semjast um ísraelsku búsetingarnar á Vestara Áarbakka, er vandi fyri, at royndin at fáa gongd á friðarsamráðingarnar fer fyri bakka. Tað sigur ein palestinsk kelda, og tað váttaði amerikanski uttanríkisráðharrin eisini í gjárkvøldið.
-Tað hevði gagnað royndunum væl, um Ísrael gjørdi av at leingja byggisteðgin, segði Hillary Clinton við ísraelska sjónvarpið Channel 10. Tað var eingin ivi um, hvat lá í orðum hennara.
Palestinski uttanríkisráðharrin, Riyad al-Maliki, segði, at tað er av alstórum týdningi, at byggisteðgurin á Vestara Áarbakka stendur við.
-Byggja ísraelsmenn so mikið sum ein bústað, eftir at byggisteðgurin er farin úr gildi, steðga samráðingarnar við Ísrael, segði ráðharrin við tíðindafólk í Kairo, har hann var á fundi við Arabisku Samgonguna.
Útlendskir eygleiðarar undrast á orðini hjá palestinska ráðharranum, tí partarnir hava avtalað, at teir skulu einki siga alment um innihaldið og gongdina í samráðingunum.