USA legði kreppuna í Georgia til rættis

Russiski forsætisráðharrin, Vladimir Putin, heldur, at kreppan í Georgia skuldi hjálpa John McCain at vinna forsetavalið í heyst

Amerikanska leiðslan gav georgisku stjórnini boð um at seta eina hernaðarliga kreppu í verk, tí sambært Washington kundi ein kreppa við Russland koma republikanska forsetavalevninum, John McCain, til góðar. Tað heldur í hvussu er russiski forsætisráðharrin.

-Amerikanskir ríkisborgarar vóru í økinum, tá kreppan tók seg upp. Teir høvdu fingið boð, sum teir eisini settu í verk, og hesi boð vóru av slíkum slagi, at tað eru bara amerikonsku leiðararnir, sum kunnu geva tey, segði Vladimir Putin í samrøðu við CNN í gjárkvøldið. Hann legði afturat, at tað eru alt fleiri ábendingar um, at kreppan í Georgia bleiv sett í verk fyri at hjálpa floksfelaganum hjá núverandi amerikanska forsetanum at vinna valið í novembur.

Hvítu Húsini vóru skjót at avsanna skuldsetingarnar hjá russiska forsætisráðharranum. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum segði, at tað er Russland, sum hevur ábyrgdina av tí, sum er hent í Georgia.

Russland royndi í gjár at fáa londini í Miðasia at viðurkenna Suðurossetia og Abkhasia, men hini londini siga í einari felags fráboðan, at tey stúra fyri støðuni og mæla til semju og frið.