Myndugleikarnir í Louisiana kunngjørdu í gjár, at bjargingarliðini eru givin at leita eftir fólki í New Orleans. Higartil er staðfest, at ódnin "Katrina" kravdi 964 mannalív í Louisiana, og í grannastatinum Mississipppi hava bjargingarliðini funnið 221 deyð. Sostatt kravdi "Katrina" 1.185 mannalív í teimum báðum statunum.
Býarmyndugleikarnir í New Orleans siga, at bjargingarliðini hava kannað 23.000 hús í býnum, og at fleiri av teimum deyðu lógu uppi á loftinum ella uppi á hanaloftinum, har tey ivaleyst høvdu leitað sær skjól undan tí nógva vatninum.
Amerikanskir veðurmenn ávara nú um, at amerikanarar kunnu vænta í hvussu er tvær ringar ódnir afturat í ár. William Gray, sum arbeiðir á lærda háskúlanum í Colorado, og sum hevur drúgvar royndir innan veðurfrøði, sigur við Reuters, at roknast kann við trimum tropiskum stormum afturat í ár, og at tveir teirra fara at menna seg til ódn. Heldur meting hansara, verða teir tropisku stormarnir 21 í tali í ár, og tað er tað mesta síðani 1933.
William Gray sigur, at onnur ódnin verður rættiliga ring við vindmegi upp í einar 180 kilometrar um tíman.
Higartil hava fimm serliga ringar ódnir herjað økini við Karibiska Havið og Meksikanska Flógvan, og tað er tvær ferðir meiri enn vanligt, skrivar Reuters. Vanliga koma umleið tíggju tropiskir stormar uttan úr Atlantshavinum, seks plaga at menna seg til ódn, og av teimum plaga tvær at vera serliga ringar.
Tropiski stormurin "Stan" hevur júst gjørt um seg í miðamerikonsku londunum El Salvador, Guatemala og Honduras. Myndugleikarnir í El Salvador kunngjørdu í gjár, at har hevur illveðrið kostað 31 mannalív, í Guatemala eru fýra deyð, og illveðrið kravdi eisini fýra mannalív í Honduras.
Mitt undir illveðrinum fór gosfjallið Santa Ana í El Slavador at goysa. Tvey fólk doyðu, og umleið 2.000 máttu flytast burtur frá gosfjallinum, sum er einar 70 kilometrar vestan fyri høvuðsstaðin San Salvador.