USA í øðini um handtøkur í Pakistan

Amerikonsku myndugleikarnir eru í øðini um, at pakistanska løgreglan hevur handtikið fimm menn, sum hava arbeitt fyri amerikonsku fregnartænastuna CIA. Eitt nú hjálptu menninir CIA við upplýsingum, tá USA fyrireikaði álopið á húsini hjá Osama bin Laden í býnum Abbottabad.

New York Times skrivar, at CIA-ovastin, Leon Panetta, hevur sett seg í samband við myndugleikarnar í Pakistan um handtøkurnar.

Blaðið veit at siga, at ein av teimum fimm monnunum var yvirmaður í pakistanska herinum. Hann skal millum annað hava givið CIA nummarið á bilunum, sum plagdu at koyra til og frá húsunum hjá bin Laden.

Pakistanski sendiharrin í USA sigur, at viðurskiftini millum londini eru góð, men keldur hjá New York Times siga fyri blaðnum, at viðurskiftini hava ikki verið so góð í seinastuni.