Talsmaðurin fyri nationala trygdarráðið í USA, John Kirby, sigur, at USA hvørki eggjar ella viðvirkar til, at Ukraina leypir á nakran uttanfyri tess landamørk.
Russar halda nevniliga uppá, at USA hevði ein fingur við í spælinum, tá dronur mikunáttina vórðu sendar eftir Kreml-bygninginum og forsetabústaðnum hjá Vladimir Putin í Moskva.
- Hetta eru falskar skuldsetingar, sigur talsmaðurin hjá USA sambært tíðindastovuni, Reuters.
Tað var seinnapartin í gjár, at russiskir myndugleikar løgdu Ukraina undir at hava framt eina morðroynd móti russiska forsetanum, Vladimir Putin. Russland vil vera við, at Ukraina brúkti dronur í álopinum á Kreml, og at málið var at taka lívið av russiska forsetanum.
Ukraina sýtir fyri at hava havt nakað við møguliga álopið á Kreml at gera og viðurkenda greiningarfyritøkan, ISW (Institute for the Study of War), sum hvønn dag greinar kríggið í Ukraina, heldur, at álopið helst er pallsett av russisku myndugleikunum sjálvum.
##med2##
Í dag tók so málið eina nýggja vend, tá talsmaðurin hjá Vladimir Putin, forseta og Kreml, Dmitrij Peskov, segði, at tað helst er USA, sum stendur aftanfyri álopið.
Hann sigur, at allar royndir at sleppa undan ábyrgdini, bæði í Kyiv og Washington, eru púrasta láturligar.
- Øll vita, at avgerðirnar um slíkar atgerðir verða tiknar í Washington - og ikki í Kyiv, segði Kreml-talsmaðurin sambært russisku tíðindastovuni, RIA Novosti.