Kríggið í Ukraina og hópdrápið á sivil fólk í Butja norðan fyri Kyiv hevur í dag fingið USA at herða revsitiltøkini ímóti Russlandi.
Tað upplýsa Hvítu Húsini í Washington.
Nýggju tiltøkini raka millum annað tveir stórar russiskar bankar, Sberbank og Alfa Bank.
Vaksnu børnini hjá Vladimir Putin, forseta, og Sergej Lavrov, uttanríkisráðharra, og konan hjá Lavro verða eisini rakt.
Fyrrverandi forsetin, Dmitrij Medeved, sum er næstformaður í russiska trygdarráðnum, verður eisini raktur av tiltøkunum.
– Hesi fólk hava gjørt sær dælt av russiska fólkinum og soleiðis ríkað seg upp. Nøkur teirra hava ábyrgdina fyri at lata neyðuga stuðulin til at halda kríggið hjá Putin í Ukraina í gongd. Soleiðis verður sagt í boðunum frá Hvítu Húsunum.
Joe Biden, foreseti, fer eisini at skriva undir at forsetaskirv, sum bannað amerikonskum borgarum at gera íløgur í Russlandi.
– Tað fer at avbyrja Russland enn meira frá altjóða búskapinum, verður sagt.
Bretska stjórnin boðar samstundis frá, at hon við ársenda fer at halda uppat við at innflyta russiskt kol og olju. Samstundis innifrysta tey virðini hjá russisku bankunum Sberbank og Credit Bank.
Breta skerpa eisini áktakið ímóti russiskum oligarkumm og strateiskum ídnaði, sum russarar hava gjørt íløgur í.
Amerikanski fíggjarmálaráðfrúan, Janet Yellen, sigur, at ætlanin er, at Russland ikki skal sleppa at vera ein virkin partur av altjóða felagsskapum. Hon sigur samstundis um komandi G20-fundir í Indonesia, at USA ikki verður við, um Russland møtir upp. Og tað sama verður galdandi fyri allar komandi G-20 fundir millum heimsins størstu búskapir í framtíðini
Hvítu Húsini leggja dent á, at USA, Bretland og ES nú í felag stýra revsitiltøkunum móti Russlandi.
Men ES bíðar eitt sindur enn. Tað hevur sambært Reuters verið ósemja millum limalondini um, hvussu eitt forboð ímóti russiskum koli skal fremjast. Týskland er eftir øllum at døma fortalari fyri, at verðandi sáttmálar um kol verða hildnir. So tað verður bara galdandi fyri nýggjar sáttmálar, at kolið verður bannað.
Ein ein fimti pakki av tiltøkum væntast at verða góðkendur í hesi vikuni.
/ritzau/Reuters