Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Barack Obama, hevur útsett freistina fyri, at arbeiðsgevara skulu keypa heilsutryggingar, til 2015.
Sostatt kemur heilsunýskipanin í USA ikki í gildi fyrr enn eftir næsta millumval í landinum.
Tað eru vinnulívið og lobbyistar, sum hava lagt stórt trýst á stjórnina hjá Obama, so hon nú hevur valt útsetingina.
Hinvegin halda nógvir eygleiðarar, at útsetingin kann gagna forsetanum undan millumvalunum, sum verða næsta ár.
Útsetingin merkir, at amerikanskir arbeiðsgevarar nú sleppa undan at keypa heilsutryggingar fyri síni starvsfólk fyrr enn í 2015.










