USA fer at siga nei

Verður eitt uppskot um at viðurkenna eitt sjálvstøðugt palestinskt ríki lagt fyri trygdarráðið hjá ST at taka støðu til, fer USA at nýta sýtingarrættin ímóti tí. Tað sigur Victoria Nuland, sum er talskvinna hjá amerikanska uttanmríkisráðnum. Hon legði afturat, at tað eigur ikki at koma óvart á nakran, at USA fer at atkvøða ímóti einum tílíkum uppskoti.

Palestinsku myndugleikarnir kunngjørdu í gjár, at teir ætla sær at biðja ST-trygdarráðið samtykkja at viðurkenna eitt palestinskt ríki sum sjálvstøðuan lim í heimsfelagsskapinum.

Talskvinnan hjá amerikanska uttanríkisráðnum sigur, at tað er framvegis ógreitt, um eitt uppskot um eitt sjálvstøðugt palestinskt ríki kemur fyri trygdarráðið á hesum sinni. Hon segði, at amerikanska stjórnin heldur tað vera meiri umráðandi at fáa partarnar í Miðeystri aftur til samráðingarborðið.

Amerikanskir fjølmiðlar siga, at embætismenn í uttanríkisráðnum skulu hava fund við eina palestinska sendinevnd í dag.