Amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, kom týskvøldið til indiska høvuðsstaðin New Dehli at tosa við indisku stjórnina um Kashmir-kreppuna. Í gjár hitti hann Atal Behari Vajpayee, forsætisráðharra og aðrar indiskar politikarar.
Áðrenn hann fór til India, segði Rumsfeld, at viðurskiftini millum India og Pakistan eru batnað nakað seinastu dagarnar. Hann vísti á, at India hevur sagt seg vera til reiðar at tosa um kreppuna, og at fimm indisk herskip, sum hava ligið úti fyri pakistansku strondini, eru farin haðani. Rumsfeld helt, at nú er tað Pakistan, sum eigur at vísa, at tað eisini er hugað fyri friði. Hann segði seg tó fegnast um, at pakistanska stjórnin hevur lovað at forða muslimsku uppreistrarmonnunum at gera álop inn um indiska markið í Kashmir.
Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, segði við bretska útvarpið BBC í gjár, at India hevur tikið nøkur stig tann rætta vegin, men at nakað restar í enn. Í dag skal Musharaf so tosa við Donald Rumsfeld, sum kemur úr New Dehli til Islamabad í dag.